Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags síðan 1997, Niels Jákup Thomsen, fer í summar frá fyri aldur.
Hann hevur havt ein avgerandi leiklut í at mynda og menna útgávuvirksemið hjá Bókadeildini, og undir hansara leiðslu hevur Bókadeildin givið út óteljandi barna- og ungdómsbøkur, sum hava ríkað føroyska bókmentaheimin og glett bæði smá og stór.
Niels Jákup hevur eisini staðið á odda fyri útgávuni av barnabløðunum Strok og Píka7, umframt Skúlablaðnum.
Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag og hevur seks starvsfólk. Forlagið rekur eisini bókaklubbar fyri børn og ung.
Nú Niels Jákup leggur frá sær, verður søkt eftir nýggjum stjóra at taka við frá 1. mai 2025 ella eftir avtalu.