Nógv mál á tingi í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á tingfundinum í dag , 12. mars 2025, verða fleiri mál til viðgerðar. Fundurin byrjar klokkan 10.00.


Tingfundur – Dagsskráin

2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Innskriving á Familjutænastuna)


2. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsynsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber


2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at umleggja lán til Framtak


2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Kunngerðarheimild um fíggjarligt ískoyti, upprokning av skattafríum inntøkum o.a.)


  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um Talgildu Føroyar 2.0. Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skatting av húsaleigu). Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

  1. viðgerð av uppskoti til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Dagføring av toll- og vøruskránni)
  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Fylgibroytingar orsakað av dagførdari toll- og vøruskrá)
  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Fylgibroyting orsakað av at toll- og vøruskráin verður dagførd)

Hesi trý málini verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina


  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2025. Málið verður beint í Fíggjarnevndina

  1. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af søloven
  1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Fylgibroytingar til broytingar í sjólógini viðvíkjandi Vrak-sáttmálanum)

Hesi málini verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina


  1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um avtalur við onnur lond um koyrikort. Málið verður beint í Vinnunevndina

Umrøða av spurningi um viðurskiftini á Skálagarði


Framløga