Føroyska rokkbólkin Norðkraft er aftur á tónleikapallinum við nýggja staklagnum Heim frá Amerika. Tú kanst longu nú lurta eftir lagnum á YouTube. Hetta er ein kontantur rokkari av tí harða slagnum, sum Norðkraft er kent fyri.
Lagið er skrivað av sangaranum Edmund Jacobsen og snýr seg um gentuna, sum í sanginum 7 míl frá Hollywood frá 2001 rýmdi úr Sundalagnum og endaði sjey míl frá Hollywood. Edmund Jacobsen hevur mangan hugsað um, hvussu tað hevði verið, um hon kom heimaftur á klettarnar.
Norðkraft er stovnaður av Edmund Jacobsen og guitarleikarunum Mikkjal Hvannastein. Teir eru kendir fyri at spæla rokk, og nýggja lagið er einki undantak.
Upptøkur av staklagnum Heim frá Amerika eru gjørdar í Esbjerg í septembur og oktobur í ár. Lagið er ljóðblandað og mastrað í Gøteborg av Christoffer Borg, sum hevur arbeitt við rokkbólkum sum Evergrey, Amaranthe og Art Nation.
Tónleikararnir og onnur:
- Orð og lag: Edmund Jacobsen
- Lagt til rættis: Norðkraft
- Mix & master: Christoffer Borg
- Sang: Edmund Jacobsen
- Guitar: Mikkjal Hvannastein
- Bass: Peter Jacobsen
- Trummur: Matthew Anyanwu
- Kór: Matthew Anyanwu, Peter Jakobsen og Edmund Jacobsen
- Keyboards: Edmund Jacobsen
- Perma: Edmund Jacobsen
- Samskipan og redigering av musikvideo: Edmund Jacobsen
Norðkraft hevur fleiri løg klár at geva út komandi mánaðarnar, og ætlanin er at geva eina heildarútgávu út í vár.
Niðanfyri kanst tú njóta sjónbandalagið til Heim frá Amerika á YouTube. Staklagið er eisini á stroymingartænastunum.