Norðmaður stóri á Tjóðpallinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

38 ára gamli norðmaðurin Harald Thompson Rosenstrøm er settur sum stjóri á Tjóðpalli Føroya fyri næstu fimm árini. Tað boðar Leiklistaráðið frá.

Hann er útbúgvin sjónleikari frá Moscow Art Theatre School í Moskva, undir leiðslu av Kirill Seebrennikov. Hann hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi og hevur eina master í filmshandriti frá TAMK í Finnlandi.

Hann hevur starvast sum listarligur leiðari á leikhúsinum Vabalava í Estlandi síðani 2022 og var áður rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi. Harumframt hevur hann royndir sum sjónleikari og leikstjóri í fleiri londum og hevur undirvíst í sjónleiki.

Harald Thompson Rosenstrøm byrjar í starvinum 1. apríl 2025. Til tá heldur núverandi stjórin, Jenny Petersen, fram til 1. mars. Leiklistaráðið gleðir seg til samstarvið við Harald og væntar, at hansara altjóða royndir fara at gagna føroysku leiklistini.