Nýggj app um útbúgvingar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Undirvísingarstýrið hevur latið gera eina nýggja app við føroyskum útbúgvingum, sum er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja sær eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Tað skrivar Undirvísingarstýrið á heimasíðu síni.

Nýggja appin Útbúgvingar er tøk á bæði App Store og Google Play.

Ymiskt forvitninsligt er at lesa á appini. Millum annað eitt yvirlit yvir Skúlar og útbúgvingar. Eisini eru nakrar vegleðiingar um tað at velja útbúgving

Frá 15. februar til 15. mars verður møguligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar umvegis vangan. Hendan appin kann vera ein góð hjálp hjá teimum, sum hava fleiri spurningar um útbúgvingar.

H