Beinta í Jákupsstovu hevur skrivað eina innleiðslubók um evnið við heitinum ”Fólkaræði – hvat, hví og hvussu”. Sostatt fær lesarin at vita, hvat hugtakið fólkaræði fevnir um, hví fólkaræði hevur ment seg í ymiskum tíðarskeiðum og hvussu tað hevur ment seg á ymiskan hátt.
Hóast bókin er stutt – 84 síður – og lætt lisin, kemur hon víða um, alt frá gamla Grikkalandi upp til nútíðar fólkaræðið í Føroyum.
Fólkaræði hevur leingi verið høgt í metum kring okkara leiðir, serliga síðani Berlinmúrurin fall í 1989 og ”Kalda kríggið” varð avloyst av ”End of history”-bjartskygninum í 1990’unum. Fíggindar fólkaræðisins tyktust bastir, og hildið var at fólkaræðið hevði vunnið endaligan sigur.
Í dag vita vit betur. Seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst, ikki minst nú einaræðið Russland hevur gjørt innrás í fólkaræðið Ukraina, eins og talufrælsið er vorðið eitt stríðsmál í altjóða høpi.
Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast. Tí er evnið átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Til tess er neyðugt við einari fakligari barlast, soleiðis at ung sum vaksin duga at skyna á hvat er fólkaræðiligt, minni fólkaræðiligt ella einaræðiskent. Bókin hjá Beintu í Jákupsstovu viðger týdningarmestu hugtøkini um fólkaræði stuðlað av eini gjølligari kelduskipan, ið ger lesaran føran fyri at kunna seg víðari í øðrum bókmentum.
Bókin er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi.
Eisini hevur bókin almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið. Bókin er stutt og um stór evni, men vónandi kann hon vera ein stuðul til at skilja og meta um aðrar tekstir um fólkaræði og ein brellbiti til at lesa meira.
Beinta í Jákupsstovu hevur meginpartin av starvsleið síni verið professari við Háskúlan í Molde. Har hevur hon undirvíst í ymiskum samfelagsvísindaligum lærugreinum, m.a. fólkaræði. Eisini hevur hon undirvíst í nógv ár á Fróðskaparsetrinum.
Kelda: Nám