Nýggj frímerki fevna víða

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggju frímerkjaútgávurnar fevna víða og mynda eitt nú kvinnublaðið Oyggjarnar, sum kom út fyrstu ferð fyri 120 árum síðan, forngripir, størsta búfugl okkara – súluna, og byggilist, sum vísir býráðshúsið í Eysturkommunu.

Kvinnublaðið Oyggjarnar 120 ár
Fyrsta kvinnublaðið á føroyskum æt Oyggjarnar. Tað kom út árini 1905-1908, og blaðstjóri var Súsanna Helena Patursson (1864 -1916). Blaðið eggjaði kvinnum til at útbúgva seg og tók evni upp so sum atkvøðurætt til kvinnur. Súsanna Helena Patursson er undangongukvinna í føroysku bókmentasøguni og blaðsøguni umframt í føroyska stríðnum fyri javnrættindum. Kári við Rættará hevur sniðgivið frímerkið.

Europa 2025: Forngripir
Fornfrøðiligar kanningar í Føroyum vísa, at fyrsta norrøna landnámið byrjaði í 8. øld, og at í 9. øld vóru støðugar búsetingar kring oyggjarnar.

Fyrra frímerkið myndar eitt talvborð við tveimum útskornum spølum frá víkingatíð, funnið á Toftanesi í Leirvík. Á aðrari síðuni sæst borð til víkingaspælið nevatalv og á hinari síðuni borð til spælið mylla. Hitt frímerkið myndar ein prón, sum er ein long nál at festa klæðir við, úr eini víkingagrøv í Tjørnuvík. Prónurin er elsta prógv um, at búleikast var í Føroyum í víkingatíð. Martin Mörck hevur teknað frímerkini.

Súlan
Við einum flogi sum táttar í tveir metrar, er súlan størsti búfuglur í Føroyum. Hon eigur bert vestanfyri í Mykinesi á rókum og drangum, men sæst kring alt landið, tá hon leitar sær føði á firðum og sundum. Eisini sæst hon nærhendis fiskiskipum langt til havs. Føroyski stovnurin er mettur til á leið 2350 pør. Myndirnar hevur Silas Olofson tikið.

Byggilist: Býráðshúsið í Eysturkommunu
Býráðshúsið í Eysturkommunu myndar ársins SEPAC-frímerki, har evnið er byggilist. Í Eysturkommunu eru fimm bygdir, og nýggja býráðshúsið hevur á meira enn ein hátt skapt brúgv í Eysturkommunu. Bygningurin er staðsettur sum ein brúgv yvir um Eiðisá, og tekjan er ein gonguleið tvørturum ánna, eitt grønt samband millum økini framvið áarbakkunum. Ósbjørn Jacobsen Arkitektar / Henning Larsen Architects hava staðið fyri at tekna bygningin, og myndina hevur Nic Lehoux tikið.

Keyp frímerkini á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

Á heimasíðu okkara ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um frímerkini.