Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at tvey nýggj átøk á barnaverndarøkinum hava fingið undirtøku í Løgtinginum.
Løgtingið samtykti einmælt hesa eykajáttan um útreiðsluneutralar játtanarbroytingar á játtanini Barna-og útbúgvingarmál. Játtanin til Stuðul til barnavernd verður hækkað við 1 milliónum krónum, og játtanin til Barnaverndarstovnar verður lækkað við 1 milliónir krónum. Tiltøkini eru partar av eykajáttanarviðgerðini og verða tikin við í fíggjarlógina fyri 2025.
Barnaverndarstovnur fyri børn við tungum avbjóðingum
Fyrra átakið er ein nýggjur barnaverndarstovnur, sum Almannaverkið fer at skipa fyri børn við serliga tungum avbjóðingum. Higartil hava hesi børn verið send til Danmarkar, men nú verður arbeitt við at geva starvsfólkunum neyðuga førleikamenningina til uppgávuna. Í byrjanini verða vikarar úr Danmark eisini brúktir.
Familjutænasta í sambandi við Kommunufelagið
Seinna átakið er Familjutænastan, sum verður skipað í samstarvi við Kommunufelagið. Hetta er ein broyting av Familjudeplinum, sum nú skal verða rikin sum Familjutænasta hjá Barnaverndarstovuni. Endamálið er at veita betri hjálp og ráðgeving til familjur kring landið. Familjutænastan er ment í samstarvi millum kommunur og landsmyndugleikar á barna- og ungdómsøkinum.
Landsstýrismaðurin gleðist um, at hesar góðu loysnir nú eru funnar, og at átøkini hava fingið undirtøku í Løgtinginum.