Tað er ”Spæl føroyskt vika” og “Brandar” nýta høvið til at kunngerða nýggja føroyska staklagið: “Hvør er mín lutur”.
Sangurin lýsir eitt innara stríð, trega og iva um lívsins meining og leið.
Lagið er lætt og orkuríkt, samstundis sum tað er dramatiskt.
Stakalagið kann hoyrast á flestu tónleikapallum við at trýsta á hesa leinkjuna:
Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.
Alvin Ellebye hevur framleitt, ljóðblanda og mastra lagið.
