Tann 1. november gevur NORÐKRAFT út staklagið “MARIANNA”, sum er
fyrsta lagið af mongum, sum væntandi verða útgivin komandi mánaðarnar.
Hesuferð hava teir báðir oddamennirnir – Mikkjal Hvannastein (guitar) og Edmund Jacobsen (sang) – gjørt samstarv við tveir danskar rock-veteranar.
Matthew Anyanwu spælir trummur, meðan Peter Jakobsen spælir bass. Og ein stórur partur av tónleikinum er innspældur í Esbjerg, har ið Edmund er búsitandi. – Vit hava leingi tosað um at fara í gongd aftur, men vit hava rokast hvør í sínum lagið við ymiskum øðrum tónleikaverkætlanum. Men nú bar ikki til at bíða longur. Rokkurin skal út, sigur Edmund Jacobsen.
Mikkjal leggur afturat: – At vit hava fingið tveir tónleikarar við afturat – tað hevur gjørt hesa
verkætlanina sera spennandi. Eg og Edmund hava altíð sitið einsamallir við tónleikinum, og tað hevur rigga væl. Men tað er altíð stuttligari at spæla inn við øðrum royndum tónleikarum.
Upptøkur gjørdar í Esbjerg
Staklagið “MARIANNA” er upptikið í Esbjerg í september og oktober í ár. Tónleikarar eru Peter Jakobsen bass, Matthew Anyanwu trummur, Mikkjal Hvannastein guitar og Edmund Jacobsen sang. Lagið er ljóblanda og mastra í Gøteborg af Christoffer Borg, ið hevur arbeitt við bólkum sum Evergrey, Amaranthe, Art Nation og fleiri. Stine Tobiesen – unnustan hjá Edmund – hevur
gjørt kápumyndina.
Gongur alt eftir ætlan, so fer NORÐKRAFT at geva út fleiri stakløg komandi mánaðarnar. Og ætlanin er eisini at geva út eitt album í apríl 2025. – Lagið “MARIANNA” er uttan iva tað mest friðarliga lagið frá NORÐKRAFT nakrantíð. Men vit torað gott at lova, at restin er rokkur av tí harða slagnum,
sigur Edmund at enda.
Her kunnu tit hoyra lagið “MARIANNA”