Nýtt stýri í VEKS

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stýrið fyri heimatænastuna í VEKS hevur nú skipað seg.

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna, er vald til forkvinnu, meðan Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvíkvik, verður næstformaður. Bæði hava royndir frá undanfarna stýri. Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.

– Vit vilja halda fram við tí kós, sum er løgd, so øll kunnu fáa ein góðan aldurdóm, sigur Sára Jógvansdóttir. Hon leggur dent á týdningin av at vera til reiðar at møta avbjóðingunum við broyttu fólkasamansetingini.

Aðrir stýrislimir eru Jógvan í Skorini úr Eiðis kommunu, Anja Haldansen úr Vestmanna kommunu, og Eyðstein Zachariassen, Jóhanna Paula við Streym og Jógvan Kruse úr Sunda kommunu.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá stýrinum er at fundast við nýggja Eldraráðið í VEKS, sum varð valt í heyst. Eldraráðið skal ráðgeva og samstarva við stýrið.

VEKS er eldrasamstarv millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu.