Nýtt stýrið fyri Setrið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Við ársbyrjan 2025 er nýtt stýri sett fyri Fróðskaparsetur Føroya fyri tíðarskeiðið 1. januar 2025 til 31. desembur 2028. Stýrið, sum er evsti myndugleiki setursins, stendur fyri virkseminum á stovninum og hevur ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum.

Sambært lógartekstinum frá 2008, sum seinast varð broytt í 2012, verður stýrið tilnevnt av landsstýrismanninum. Stýrið telur sjey limir og sjey varalimir. Umboðið fyri tey lesandi verður tilnevnt árliga.

Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð, tveir limir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum, og ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.

Uttanhýsis limir skulu hava universitetsútbúgving ella samsvarandi, og skulu til samans hava góðar royndir innan leiðslu, universitetsútbúgving, og gransking.

Stýrið er mannað soleiðis nú:

Uttanhýsis limir og varalimir eftir landsstýrismansins avgerð:

•    Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
o    Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
•    Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
o    Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
•    Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
o    Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
•    Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
o    Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan

Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:

•    Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
o    Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
•    Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
o    Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
•    Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
o    Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

Nýggja stýrið skipar seg á fyrsta fundi, sum verður 13. februar 2025.