Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, stendur, at bygdastevnurnar eru nógvar, men at Ovastevnan í Nólsoy er nakað serstakt, og eftir Ólavsøkuna og festivalarnar man ovastevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum.
Á Ovastevnuni er tað bygdafólkið í Nólsoy, ið ger alt tey eru ment, at bjóða tær vælomnum og vísa tær, hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevnan hevur okkurt til alla familjuna, og leggur upp til at ein og hvør kann finna okkurt áhugavert at gera í Nólsoy á Ovastevnu. Tiltøkini byrja longu leygarmorgunin, og eru allan dagin. Tiltøkini eru fyri at vísa hvussu ein gerandisdagur í Nólsoy kann vera, millum annað kann man morgundyppa úti á Malarenda, vitja Maud’sa køkshava, fara á barnabasar, til sjónleikin ”Kongsdóttirin í Nólsoy” ella lurta eftir einum at teimum mongu tónleikarunum, ið framføra hendan dagin.
Tað er eingin loyna at í Nólsoy er eitt ríkt tónleikalív, og at nólsoyingum dáma væl at syngja og spæla. Á skránni er ein ørgrinn av tónleikaframførslum, at velja ímillum. Framførslur og livandi tónleikur er á kaiini allan dagin, felagssangur um kvøldið og dansur í Royndarhúsinum.
Nærum øll tiltøkini eru ókeypis, og Teistin siglur um Nólsoyarfjørð nærum hvønn tíma.
Sí Ovastevnuskránna 2024 her