Pensjónsmálið tikið aftur – Spenningurin er stórur í tinginum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er ein stórur politiskur dagur í Løgtinginum. Suðuroyartunnilin og pensjonsaldurin eru á skránni og nú er greitt, at málið um pensjónsaldurin verður tikið aftur. Tað váttaði landsstýrismaðurin í almannmálum í tíðindasendingini í Kringvarpinum.

Tingfundurin, sum skuldi byrja klokkan 9.30 í morgun, var fyrst útsettur til klokkan 11.00 og síðan til klokkan 13.00.

Framsókn hevur fleiri ferðir sagt, at málini hanga saman, og at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur uttan, at málið um hægri pensjónsaldur eisini verður samtykt.

Spurningurin er so hvørjum tað endar við í dag.

Verður málið um Suðuroyartunnilin samtykt, hvat ger Framsókn so? Fer flokkurin úr samgonguni ella verða aðrar loysnir funnar?

Tað ljóðar til dømis, at andstøðan ætlar at koma við einum uppskoti um at kanna farleiðina, sum Tunnilsfelagið ikki metir vera skilagóða. Verður tað gjørt, ja, so hendir tað at alt dregur nakað út.

Vit fáa at síggja, hvat hendir seinnapartin.