Annika Hoydal, ein av okkara mest slóðbrótandi tónleikarum og sjónleikarum, fer 9. mars klokkan 16.00 at hava eina forkunnuga kafékonsert og prát í Løkshøll.
Hon hevur í meira enn hálva øld sett spor á føroyska mentanarpallinum og fyllir 80 ár í novembur. Saman við beiggja sínum, Gunnar Hoydal, sála, hevur hon gjørt sangir, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum, eitt nú Aldan.
Við sær á pallinum hevur hon tónleikabólkin Kim Hansen á klaver, Benjamin Petersen á gittara og Torleik Mortensen á bass. Millum sangirnar verður prátað um hennara spennandi lív.
Konsertin er partur av Femifagnaðinum 2025 og er fyriskipað av Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavninum við Løkin og Løkshøll.