Privatar djóralæknar yvirtaka ikki eftirlitið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað er ein myndugleikauppgáva at hava veterinert marknaðareftirlit, og at eingin ætlan er í løtuni um at flyta hesa uppgávu til privatar djóralæknar.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Uttanríkis- og vinnumálum, hevur svarað einum fyrispurningi frá Karlot Hergeirssyni, tingmanni fyri Fraksókn, um innflutning av djórum.

Í svarinum verður staðfest, at tað ber ikki til at innflyta hundar og kettur til Føroya uttan galdandi heilsuváttan. Sama er galdandi, tá ið djór koma aftur til Føroya eftir ferð.

Heilsuváttanin má byggja á djóralæknakanning, sum ikki er eldri enn tveir dagar, tá ferðin úr sendaralandinum byrjar.

Orsøkin til hesa stuttu freist er at tryggja, at heilsuváttanin er røtt, og at møguleiki er at fáa viðurskiftini í rættlag, um krøvini ikki eru lokin.

Í svarinum verður eisni sagt, at avgreiðslan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er tíðarkrevjandi, og tí ber ikki til at móttaka og avgreiða umsóknir sama dag, serliga ikki fríggjadagar. Hetta ger, at tað ber ikki til at ferðast sunnudagar, tá ið Norrøna fer til Danmarkar.