Ragnar Jacobsen nýggjur formaður í Grindamannafelagnum

Skrivað

Grindamannafelagið

Dagfesting

Aðalfundurin 2025 – tíðindaskriv

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2025, varð hildin leygardagin 5. apríl 2025
í Klaksvík.

Góða veðrið og ymisk onnur tiltøk, varð helst orsøk til at fá fólk møttu til fundin, og tá
fundarstjórin kannaði, um fundurin varð viðtøkuførur, manglaði bert ein hvalvág í, fyri at
aðalfundurin kundi verða viðtøkuførur. Tískil bleiv, sum lýst áðrenn, boðað til eykaaðalfund
ein tíma seinni.

Eykaaðalfundurin byrjaði við, at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen
helt eina røðu. Gestarøðari varð Hallgerð Akursstein, sum greiddi frá, hvussu grind hevði
myndað hennara gerandisdag, síðan hon varð smágenta.

Í formansfrágreiðingini, tók Esmar Joensen saman um árið í fjør, m.a. at endiliga blivu nýggju
stingararnir til springara ordiliga royndir, avbjóðingar viðvíðkandi, at grindafólk blíva melda av
aktivistum, og avbjóðingar við kvotu á springara.

Roknskapurin vísti eitt lítið hall, men orsøkin var, at okkurt gjald, sum hoyrdi til árið, ikki kom
inn, fyrr enn eftir at fíggjarárið var liðugt.

Peningarøkilin nýtti høvið at minna á, at felagið hevði fingið nýggja talgilda limaskipan, og at
tað varð umráðandi at skráseta seg av nýggjum umvegis heimasíðuna gmf.fo.

Ein nevndarlimur og tveir varalimir stóðu fyri valið, her bleiv Tina Kajsdóttir vald í nevndina
fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali. Tina skrivaði søgu herfyri, at verða fyrsta
kvinna, sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta
kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum.

Esmar Joensen hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, men orsaka av øktum
arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, valdi hann ikki at átaka sær formanspostin
komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verið
næstformaður/peningarøkil.

Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum:
Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur
Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík
Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes

Varalimir:
Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
Tina Kajsdóttir, Miðvágur
Tóri Simonsen, Hvannasund