Raskir sløkkiliðsmenn í Vestmanna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um vikuskiftið vóru starvsdagar hátíðarhildnir í Vestmanna sløkki- og bjargingarliði. Ikki færri enn 12 fólk hava havt starvsdag og fríggjakvøldið vóru allir starvsdagar hátíðarhildnir, og síðan var tunnusláttur á skránni.

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, handaði teimum takkargávu fyri trúfesti og dugnaskap.

– Gott samanhald og góðar umstøður at virka í gera, at fólk eru so leingi partur av sløkki- og bjargingarliðnum, sigur Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður.

Í Vestmanna sløkki- og bjargingarliði eru telir 20 mans í aldrinum 30 til 70 ár.


Starvsdagarnir vóru hesir:

  • 45 ára starvsaldur – Niels Thomas Pedersen
  • 35 ára starvsaldur – Jógvan Sigurd Hórðará
  • 30 ára starvsaldur – Helgi Finn Poulsen, Marner Seloy og Jónfinn Egilsnes
  • 25 ára starvsaldur – Jónolvur Andreasen, Rodmund Andreasen, Martin Hansen og Johnny Joensen
  • 20 ára starvsaldur – Ingdor Klein Olsen
  • 15 ára starvsaldur – Jákup Martin á Válinum og Høgni Johansen

Á myndini:

Ovast frá vinstru: Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður, Høgni Johansen, Niels Thomas Pedersen, Rodmund Andreasen, Marner Seloy, Martin Axel Hansen, Ingdor Klein Olsen, Grímur Sundstein og Fríðálvur Bláhamar.

Niðast frá vinstru: Bjartur Tórhalsson, Jónolvur Andreasen, Johnny Joensen, Helgi Finn Poulsen, Jákup Martin á Válinum, Jógvan Sigurð Hórðará, Rúni Joensen og Hjørleif Olsen

Mangla á myndini: Jákup Suni Andreasen, Jónfinn Egilsnes, Bjartur Isaksen og Agnar Joensen.