Reiðarafelagið fyri Handilsskip mótmælir harðliga nýggjum gjøldum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur latið hoyringsskriv inn til Landsstýrið, um ætlanirnar at hækka 48 gjøld á sjóvinnuøkinum, sum sambært felagnum vaksa í miðal við ein 127prosentum.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip mótmælirhesum staðiliga og vísir á, at talan ikki bert er um vanligar reguleringar, men um veruligar hækkingar og nýggj gjøld. Felagið ávarar um, at hetta kann skapa óvissu og økt trýst á vinnuna.

Eitt dømi um hækkingarnar er gjaldið fyri skráseting í Føroysku Altjóða Skipaskránni, FAS , sum fer upp við millum 15.000- og 30.000 krónum, sum er ein hækking á umleið 25 prosent. Onnur smærri gjøld hækka við heilt upp til 400 prosentum, hóast tey í krónum og oyrum eru lítil.

Felagið heitir á myndugleikarnar um at tryggja gjøgnumskygni og at greiða frá grundgevingunum fyri hækkingunum.

Í hoyringarsvarinum verður dentur lagdur á, at gjøld eiga at samsvara við arbeiðsbyrðuna og kostnaðin hjá myndugleikunum. Fleiri av gjøldunum tykjast tó ikki at fylgja hesi meginreglu, sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip heldur, at so stórar og víðfevndar broytingar eiga ikki at verða sendar til hoyringar uttan eina greiða frágreiðing. Ein tílík frágreiðing hevði styrkt gjøgnumskygnið og givið bæði vinnuni og almenninginum betri møguleika at skilja broytingarnar, sigur felagið.


Á myndini Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip