,

Ríkiligt av spillorku til at hita okkum øll

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Væntandi fara einir 72 gigawatt tímar av elorku frá vindmyllum í Føroyum til spillis í ár, vísa metingar hjá Umhvørvisstovuni og SEV. Samstundir benda teirra forsagnir á at um nøkur ár fara vit at koyra so mikið sum 330 GWt burtur av el sum SEV ikki tess minni, við verandi sáttmálum millum elveitaran og vindorkuframleiðararnar, noyðist at keypa frá vindmyllunum.

Her er skjótt talan um so mikið av avlopsorku, við øðrum orðum, at tað svarar til orkutørvin at hita øll húsarhald upp í Føroyum. Leysliga mett brúka húsarhaldini tilsamans eini 600 GWt um árið, um upphitingin er við beinleiðis el, og 200 GWt árliga um upphitingin er við hitapumpum, sambært Umhvørvisstovuna.

“Tað hevði sjálvandi verið betri um avlopsorkan frá vindkraftini varð seld bíliga til ídnaðin heldur enn at farið til spillis,” segði Kári M. Mortensen, orkuserfrøðingur á Umhvørvisstovuni, við FM1. “Og sjálvt um tað ikki er heilt einfalt, er hetta tó tann skjótasti mátin at gagnnýta stóran part av avlopsorkuni,” legði hann afturat.

“Nøgdirnar av avlopsorku eru stórar, so har má ymiskt henda fyri at spillið skal kunna minka. Og tað verður jú arbeitt við loysnum… Eitt er at elektrificeringin av samfelagnum heldur fram, men elnýtslan sum heild má eisini gerast meira flexibul. SEV arbeiðir jú við at seta upp battaríparkir; eisini verður arbeitt við eitt nú heittvatnstangum. Tann ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna kundi eisini verið við til at javnað streymin. Og tað fer at hava stóran týdning at vit skjótt fáa tímaprísir frá SEV, soleiðis at orkunýtslan eisini kann leggjast til rættis eftir hesum; tað vil siga at í tíðarskeiðum við nógvari grønari orku verður streymurin bíligari enn aðrar tíðir.”

Kári M. Mortensen heldur tað vera skilabest í fyrstu syftu at royna at fáa avlopsorkuna gagnnýtta av teimum ídnaðarfyritøkum ið brúka mest orku.

“At gera avlopsorkuna tøka fyri húsarhaldini kann gerast í so kostnaðarmikið, av tí at talan er um so smáar nøgdir sum hvørt húsarhald brúkar. Tá er meira nærliggjandi at hugsa sær at avlopsorkan kundi verðið seld bíliga til ídnaðarvirkir so sum Havsbrún ella Varðin Pelagic, treytað av at tey sum keyparar eru før fyri at bæði byrja og steðga við at taka ímóti tí orkuni við rættiliga stuttum skoðbráum. Tað má skipast eftir nær ið avlopsorka er tøk at gagnnýta. Men fjarhitanetið kundi verið ein kandidatur – helst við hitapumpu ímillum.”

At so nógv vindorka verður framleidd og keypt uttan at verða gagnnýtt, meta eisini onnur orkukøn at vera óheppið.

“Í ár hevur man framroknað tað til at tað verða 72 GWt sum fara til spillis,” viðmerkti Magnus Thomsen, ið er útbúgvin elinnleggjari og køliteknikari og arbeiðir innan byggivinnuna. “Men so skalt tú minnast til at teir hava eisini gjørt eina framrokning sum sigur í 2030, um fimm ár, tá tosa vit um at vit eru uppi á 330 GWt sum fara til spillis. Og 330 GWt – vissi fólk koyra eitt lítið sindur av bjálving upp á ovasta loft og skifta nøkur vindøg út, so kanst tú hita øll hús upp í Føroyum við tí og ikki hava keypt eina einastu hitapumpu afturat! Og tað er nokkso óhugnaligt at teinkja sær. Vit snakka um hálvaaðru milliard í hitapumpum sum skulu keypast.”

“Eini miðalhús í Føroyum brúka cirka eitt stað millum 12 og 14 prosent av orkuni í januar mánaði, tá tað er kaldast, og brúka 4 til 4,5 prosent [um mánaðin] um summarið,” legði Magnus Thomsen afturat.

“Tað vil siga at man brúkar nógv meira orku um veturin enn um summarið. Fer man so út og hyggur eftir vindmyllunum, nær heldur tú tær framleiða mest? Tað er sjálvandi tá tað er vindur, um veturin. Har er eingin vindur um summarið, og heldur einki regn. Men tað sum man so skal gera her, heldur enn at betala fyri eina vøru man koyrir vekk, tað er at selja vøruna út til kundan sum eigur elforsýningina.”