Tá tú kemur inn í rúmið, so brúsar alt innan í mær.
Døgg Nónsgjógv hevur í longri tíð arbeitt við eini heildarútgávu, og gevur í dag út fyrsta staklagið, Rúmið, ið lýsir løtuna, tá mann verður raktur av píli Amors.
Hetta er popptónleikur við kanti, meðan eyðkenda og inniliga huglagið hjá Døgg Nónsgjógv enn liggur í røddini. Lagið er skrivað í felag við Høgna Lisberg, sum eisini hevur framleitt.
Høgni Lisberg og Jan Rúni Poulsen hava spælt ljóðførini inn.
– Eg vildi lýsa hasa løtuna, tá alt annað hvørvur og man brádliga bert hevur eygað fyri einum persóni, sigur Døgg um nýggja lagið.
Rúmið kann hoyrast á øllum stroymitænastum frá í dag, mikudegnum.