Rúsevnakoyring skal revsast harðari

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot um broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring. Endamálið við broytingunum er at betra ferðslutrygdina og steðga óhepnu gongdini við rúsevnakoyring, sum er vorðin ein vaksandi trupulleiki seinastu árini.

Í 2024 vórðu 64 bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring, samanborið við 34 í 2023 og 25 í 2022.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, sigur, at hann fegnist um, at hesar broytingarnar nú verða framdar ferðslutrygdini at frama, og vónandi fara broytingarnar at viðvirka til, at óhepna gongdin seinastu árini við rúsevnakoyring verður steðgað.

Sambært galdandi lóggávu er revsingin fyri brot á rúsevnamarkið í førinum fyrstu ferð ein sekt á eina hálva mánaðarliga nettoløn og frádøming av koyrirættinum í 6 mánaðir.

Nýggju broytingarnar áseta mørk fyri, hvussu føraraevnini verða ávirkað av hash, og revsimynstrið verður nú tillagað til at líkjast revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring. Hetta inniber, at sektin í flestu førum verður ein mánaðarlig nettoløn og treytaleys frádøming av koyrirættinum í minst 1 ár, og í endurtøkuførum upp til 10 ára frádøming av koyrirættinum.

Broytingarnar í lóggávuni umfata eisini ásetingar um fallhjálm á tríhjólaðari motorsúkklu og avgreiðslu av málum uttan rættarsókn.

Hoyringarfreistin er sett til 29. januar 2025.