Sambandsflokkurin vil hava at vita hvussu støðan er nú

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ofta verður sagt, at tað er lættari at vera í andstøðu enn í samgongu. Tá kann mann halda og meina alt millum himmal og jørð, uttan at skula taka avgerðir.

Størsti andstøðuflokkurin, Sambandsflokkurin, skrivar á sínum Facebook-vanga, um tað ikki eigur at fáa avleiðingar fyri løgmann, at hann hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum – eins og andstøðuflokkarnir í 2015, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, róðu framundir, eftir at kanningarstjórin, Hans Gammeltoft-Hansen, í frágreiðingini í málinum um Skálafjarðartunnilin staðfesti, at táverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevði sagt ósatt fyri tinginum – og at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, hevur afturhildið tølum frá Landsverki fyri tinginum.

Sambandsflokkurin skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga:

“Í 2015 var støðan greið – hvør er støðan nú?

Í 2015 søgdu Aksel Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen, at tá løgmaður ella landsstýrisfólk siga ósatt fyri Løgtinginum, so eiga tey at fara frá.

Spurningurin er bara, er støðan hin sama nú, tá eini fyrisprákarin frá 2015 er vorðin løgmaður, men sjálvur júst hevur sagt ósatt fyri løgtinginum?”

Fekk avleiðingar
Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, helt, at teir báðir, Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard, áttu at fingið eina nøs frá Løgtinginum fyri hesi brotini á lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Hann metti tó ikki, at brotini vóru so álvarsom, at nøkur ákæra átti at verða reist móti teimum báðum.

Tó legði kanningarstjórin upp til politisku skipanina sjálva at avgera, hvørjar politiskar avleiðingar málið skuldi fáa.

Fyri Kára P. Højgaard fekk tunnilsmálið ta ultimativu avleiðingina, at løgmaður loysti hann úr starvi sum landsstýrismann í innlendismálum í september í 2013.

Tunnilsmálið og útsøgnin hjá løgmanni fekk ikki politiskar avleiðingar fyri Kaj Leo Holm Johannesen. Andstøðan legði í oktober 2013 eitt misálitisuppskot á løgmann fram í tinginum, men tað vóru bert 11 tingfólk, ið atkvøddu fyri, meðan 19 atkvøddu ímóti misálitinum.

Var til reiðar at fara frá sum formaður
CIP-málið bleiv við at spøkja, og í juni í 2015 segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann var sinnaður at fara frá sum formaður í Sambandsflokkinum, um flokkurin ynskti tað, men ynskti at halda fram sum løgmaður. Men eftir ólavsøkurøðuna sama ár útskrivaði Kaj Leo Holm Johannesen løgtingsval at vera tann 1. september.

Og nú spyr Sambandsflokkurin á Facebook, hvussu støðan er nú, tá hon í 2015 var so mikið greið:

Løgmaður harmast óneyv tøl
Hósdagin í farnu viku boðaði landsstýrið frá ætlanini at herða tiltøkini móti Russlandi og steingja havnirnar fyri øllum virksemi, sum er uttanfyri fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.

Síðan hevur orðaskifti tikið seg upp um tølini, sum vórðu løgd fram á tíðindafundinum á Viðareiði. Løgmaður ásannar, at hann ikki var nóg neyvur undir tíðindafundinum.

– Eg harmist um mistakið og biði um umbering. Á tíðindafundinum førdi eg millum annað fram fram, at samlaðu nøgdirnar í samband við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum eru vaksandi. Tølini fyri í fjør vísa at hetta er skeivt. Eg átti sjálvsagt at verið neyvari undir framløguni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Løgmaður slær samstundis fast, at skeivu tølini, ið vórðu borin fram hósdagin, ikki broyta ta grundleggjandi fortreytina, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiskum virksemi í Norðuratlantshavi. Tøl hjá Vørn og Fiskimálaráðnum vísa, at bæði í 2021 og 2022 vórðu sløk 84 prosent av samlaðu veiðini av makreli, svartkjafti, sild og kongafiski hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi um- og uppskipað um føroyskan kaikant. Tølini fyri 2023 eru av góðum grundum ikki klár enn, men samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi í 2023 eru áleið 430.000 tons.