Fimm flokkar eru samdir, at Føroyar hava tørv á fleiri uttanríkispolitiskum heimildum, og skulu vit fáa tær, er ein fortreyt, at vit broyta tann felagsskapin, sum vit í í dag hava saman við Danmark. Tað segði løgmaður Aksel V. Johannesen við tíðindasendingina hjá FM1 í gjár.
Við einum broyttum felagsskapi verða Føroyar eitt sjálvstøðugt land, men framvegis í samstarvi við Danmark og Grønland, sigur løgmaður.
Tað er sambært løgmanni og teimum fimm flokkunum ein treyt fyri at fáa limaskap í altjóða felagsskapum sum NEAFC, NAFO og kanska EFTA, tí vit hava tørv á at fáa fleiri handilsavtalur
Løgmaður sigur, at samráðingar eru neyðugar, og at ætlanin er at fáa hetta avgreitt í hesum valskeiðinum.
Hoyra alla samrøðuna her: