Sáttmáli gjørdur um at prosjektera útstykking í Syðrugøtu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eysturkommuna hevur gjørt sáttmála við Henning Larsen arkitektar um endaliga prosjektera útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen og stjórin á Henning Larsen, Ósbjørn Jacobsen, skrivaðu undir sáttmála um ráðgeving og endaliga prosjektering av útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu.

Talan er um verkætlan við grundstykkjum til sethús, umframt at grundstykkir verða gjørd til íbúðarbygging.

Á býráðsfundi í desembur samtykti býráðið at gera sáttmála við Henning Larsen arkitektar um at arbeiða víðari við prosjekteringini.

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið klárt at bjóða út tíðliga í summar.