Sáttmálin um at verja mentanarvirði í krígsstøðu eigur at verða settur í verk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur fingið tilmæli frá føroysku UNESCO-nevndini um at seta UNESCO-sáttmálan um at verja mentanarvirði í krígsstøðu í verk í Føroyum.

Haag-sáttmálin frá 1954 varð gjørdur eftir umfatandi oyðing av mentanarvirðum undir seinna heimsbardaga. Sáttmálin ásetir, at mentanarvirði ikki eru lóglig álopsmál í krígsstøðu, og at tey ikki skulu brúkast í hernaðarligum ætlanum.

– Tað er av alstórum týdningi, at vit tryggja mentanararvin, so at vit vita, hvørji átøk vit skulu seta í verk, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. Eg fari at taka málið upp í landsstýrinum, so at allir viðkomandi myndugleikar kunnu vera við í arbeiðinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna og mentamálum. 

– Myndugleikarnir, ið varða av mentanararvi í grannalondum okkara, eru farin undir at arbeiða við sáttmálanum, so sum at merkja, skráseta og gera tilbúgvingarætlanir fyri mentanarvin, og tað er eitt gott høvi hjá okkum at gera tað sama, sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum og formaður í føroysku UNESCO-nevndini.