Á tíðindafundi í Tinganesi í morgun undirskrivaðu umboð fyri allar flokkar semjuskjal um Suðuroyartunnilin.
Aksel V. Johannesen, løgmaður kunnaði um verkætlanina Suðuroyartunnil, sum samanlagt verður mett at kosta umleið 4 milliardir krónur. Tá er ein tunnil frá Sandsbygd til Djúpadal roknaður upp í.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, veður í tíðindunum á FM1 klokkan 12. Eisini verður Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Suðuroyartunlunum í útvarpsstovuni.