Serlig nevnd taka støðu til føroyskan limaskap í WTO

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein sokallað § 6 nevnd skal taka støðu til spurningin, um Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO.

Á ríkisfundinum í Keypmannahavn hava løgmaður Aksel V. Johannesen og danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen undirskrivað eina felags áheitan á Hægsta Rætt um at seta sokallaðu § 6 nevndina, sum skal taka støðu til spurningin.

Nevndin skal taka støðu til, um limaskapur Føroya í egnum navni í WTO er sambæriligur við stjórnarskipanarligu støðu Føroya. Løgmaður sigur, at sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í WTO er avgerandi og søguligur fyri Føroyar og føroyska búskapin.

Hóast tað hevur tikið drúgva fyrireikingartíð, fegnast løgmaður um, at nevndin nú formliga fer til verka og væntar, at niðurstøðan verður klár í 2025.

Nevndin varð avtalað í samband við ríkisfundin í Aalborg síðsta summar, tá løgmaður og danski forsætisráðharrin samdust um, at spurningurin um føroyskan limaskap í WTO skuldi roynast við serligari nevnd sambært § 6 í heimastýrislógini.