Føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, ella bara Sissal, fer í kvøld at framføra í seinnu hálvfinaluni í Eurovision Song Contest í Basel í Sveis. Hon umboðar Danmark við sanginum Hallucination.
Sissal fer á pallin sum nummar ellivu. Hálvfinalan byrjar klokkan 20 og sæst í Kringvarpinum.
Sissal er annar føroyingurin sum framførur í einari Eurovision hálvfinalu. Reiley, ella Rani Petersen, var í finaluni í Liverpool í 2023 við sanginum Breaking My Heart. Hann kom ikki í finaluna.
Danmark hevur ikki verið í finaluni síðan 2019, og tey vóna tey at broyta søguna í kvøld. Oddsini hjá Danske Spil vísa, at tað er 50/50, um Sissal fer víðari.
Sissal hevur seinastu vikurnar arbeitt við DR fyri at skapa eina nýggja pallframførslu eftir harðan kritikk av upprunaligu framførsluni.
– Vit eru byrjað heilt av nýggjum. Tað einasta, sum er eftir, eru eg og sangurin, sigur hon við DR.
Føroyingar og danir kunnu ikki atkvøða fyri Sissal, men bert fyri hinum luttakarunum. Tað ber til at atkvøða gjøgnum Eurovision-appina, heimasíðuna Eurovision.tv ella at SMS’a til 1212, har hvør hyggjari kann atkvøða 20 ferðir.
16 lond eru við í seinnu hálvfinaluni. Tíggju teirra koma víðari í finaluna, sum verður leygarkvøldið.
Londini framføra í hesi røð í kvøld:
- Australia – Go-Jo (Milkshake Man)
- Montenegro – Nina Žižić (Dobrodošli)
- Írland – EMMY (Laika Party)
- Lettland – Tautumeitas (Bur Man Laimi)
- Armenia – PARG (SURVIVOR)
- Eysturríki – JJ (Wasted Love)
- Grikkaland – Klavdia (Asteromáta)
- Litava – Katarsis (Tavo Akys)
- Malta – Miriana Conte (SERVING)
- Georgia – Mariam Shengelia (Freedom)
- Danmark – Sissal (Hallucination)
- Kekkia – ADONXS (Kiss Kiss Goodbye)
- Luksemburg – Laura Thorn (La Poupée Monte Le Son)
- Ísrael – Yuval Raphael (New Day Will Rise)
- Serbia – Princ (Mila)
- Finnland – Erika Vikman (ICH KOMME)
Í fyrru hálvfinaluni komu tey trý Norðurlondini, Noreg, Svøríki og Ísland víðari í finaluna. Hini londini, sum komu víðari vóru Albania, Niðurlond, Pólland, San Marino, Estland, Portugal og Ukraina.
Sveis er í finaluni sum vertstjóð. Meðan stóru londini Frakland, Týskland, Italia, Spania og Stóra Bretland hava fast pláss í finaluni.