Sissal nummar 23 í Eurovision – Eysturríki vann

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, ella bara Sissal, gjørdist nummar 23 í finaluni í Eurovision við sanginum Hallucination. Hon fekk samanlagt 47 stig, 45 stig frá dómsnevndunum og einans 2 stig frá hyggjarunum.

Sissal var tann fyrsti danski luttakarin í Eurovision síðan 2019, sum hevur megnað at koma í finaluna.

JJ úr Eysturríki vann Eurovision við sanginum Wasted Love. Eysturríki fekk 436 stig. Ísrael gjørdist nummar 2 og Estland gjørdist nummar 3.

Svøríki stóð seg best av Norðurlondunum og gjørdist nummar 4 við 321 stigum. Finnland varð nummar 11 við 196 stigum, Noreg nummar 18 við 89 stigum og Ísland nummar 25 og næstaftast við 33 stigum.