Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur vunnið danska Melodi Grand Prix 2025. Við sanginum Hallucination sang hon seg beint inn í hjørtuni á fólkinum við síni stóru og sterku rødd.
Hetta er aðru ferð, at ein føroyingur vinnur hesa kappingina. Fyri tveimum árum síðan vann Reiley úr Havn, og nú hevur 30 ára gamla havnarkvinnan Sissal endurtikið bragdið.
Eftir sigurin var hon ovfarin og segði: – Eg havi tað so vitleyst beint nú. Takk mamma og babba og øll somul.
Nú skal Sissal umboða Danmark í stóru Eurovision kappingini, sum verður hildin tann 15. mai í Sveis.