Sjálvstýri: Føroyar mugu ikki gerast ein brikkur í stórpolitikki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sjálvstýri hevur sent út eina yvirlýsing, har flokkurin ávarar um, at Føroyar ikki skulu gerast ein brikkur í stórpolitikki.

Sjálvstýri leggja dent á týdningin av at styrkja samanhald og samstarv við onnur lond, sum deila okkara virðir, fyri at verja Føroyar móti vaksandi geopolitiskum trýsti.

Sjálvstýri undirstrikar, at tað er avgerandi at standa saman um sjálvsavgerðarrætt, sjálvstýri og at tryggja okkara trygd, sjálvræði og fólkaræði í eini broyttari heimsstøðu.

Yvirlýsing frá Sjálvstýri:

Broytt stórpolitisk støða krevur øðrvísi politiskar raðfestingar í Føroyum.

Føroyar mugu ikki gerast ein brikkur í stórpolitikki

Pravda skrivaði fyri nøkrum døgum síðani, at tá Russland longu hevur eitt samstarv við Føroyar, er upplagt, at Russland fær Føroyar, nú Amerika ætlar sær Grønland.

Heimurin broytist og tørvurin á at standa saman veksur. Í eini tíð við vaksandi stórpolitiskum ágangi er týdningarmikið at styrkja samanhaldið og samstarvið við onnur lond og felagsskapir. Føroyar mugu tí ikki standa einsamallar í einum heimi við vaksandi spenningum, men í staðin finna styrki í samstarvi við lond, sum deila okkara virðir.

Vit mugu tryggja, at Føroyar ikki gerast eitt amboð í einum geopolitiskum spæli.Tá ið altjóða stórveldi royna at gera Føroyar til ein brikk í einum politiskum spæli, er okkara skylda sum tjóð at standa saman um at verja okkara áhugamál.

Sjálvstýri hevur altíð og fer altíð at standa fast við okkara grundsjónarmið um sjálvsavgerðarrætt og sjálvstýri. Men í einari tíð sum hesari, er tað avgerandi at savna okkum og standa saman ímóti stórpolitiska áganginum, sum nú sær út til at hótta okkara trygd, sjálvræði og fólkaræði.