Sjey elsveinar á Glasi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

20. desembur var sveinaroynd á EL á Glasi, har sjey lærlingar stóðu royndina.

Birgir Petersen handaði skúlaváttan til komandi sveinarnar í sambandi við hugnaløtu fyri lærumeistarum, lærarum og avvarðandi.

Teir, ið stóðu royndina, eru frá vinstru í myndini ovast: Dánial Gunnarstein Joensen (EL-Kervið), Óla Jákup Gaard Olsen (EL-NET), Ári Fríðason Jensen (EL.FO), Kári Simonsen, Djóni Liasson (AB-EL), Karstin av Teiginum Jacobsen (EL-Kervið) og Herman Bærentsen Nolsøe (EL.FO).