Skúlastjórar í sjey skúlum, sum hava næmingar til og við 7. flokk, hava sent Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Føroya Løgtingi áheitan.
Skúlastjórarnir harmast um og vilja átala ætlanina um at skúlaskifti skal vera eftir 6.flokk.
Skúlastjórarnir halda, at galdandi skipan er ikki ring fyri næmingarnar. Tvørturímóti halda teir, at tað av alstórum týdningi, at næmingarnir eisini framyvir kunnu ganga í 7. flokki í heimbygd ella heimakommunu síni.
– Tað verður ein stórur missur og bági fyri okkara skúlar, um ætlanin verður veruleiki. Vit heita staðiliga á løgtingið um ikki at seta hesa broyting í verk, skriva skúlastjórarnir.
Hesir skúlastjórar hava skrivað undir áheitanina:
- Tom Joensen, Eiðis skúli
- Atli F. Johansen, Skúlin í Eysturkommunu
- Jensebeth Absalonsen, Viðareiðis skúli
- Myrna L. Jacobsen, Skúlin á Fossánesi
- Beinta G. Jacobsen, Porkeris skúli
- Cecilia N. Sørensen, Sumbiar skúli
- Nomi Jacobsen, Skála skúli