Klaksvíkar kommuna hevur seinastu tíðina sett nýggj snøgg skelti upp, sum vísa gomul staðarnøvn í Klaksvík. Hetta er gjørt eftir tilmæli frá Gøtunavnanevndini við tí endamáli, at halda lív í gomlum staðarnøvnum og fyribyrgja, at tey verða gloymd ella nýtt skeivt.
Skelti eru sett upp á hesum støðum:
- Klaksvíkstrøð
- Býarlundin
- á Bakkanum
- Grønhøvdi
- Kirkjugarðurin úti í Grøv
- Gamli Kirkjugarður
- við Smyrilsrætt
Ætlanin er at halda fram at seta fleiri staðanavnaskelti upp í allari kommununi. Eftir ætlan verða næstu skelti sett upp í Fagravík, Kirkjugarðurin á Ziskatrøð og við Strandasand.
Myndir: Klaksvikar kommuna




