Skjótleiki og smidleiki stóran leiklut í kreppustýringini undir korona

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rógvi Olvson, ph.d. lesandi á Fróskaparsetrinum, hevur fingið vísindaliga grein um kreppustýringina undur korona í Føroyum út í Small States and Territories Journal á University of Malta. Tað skrivar Fróskaparsetri á heimasíðu síni.

Greinin hevur heitið Small but sturdy: lessons on robust crisis governance from the Faroe Islands.

Niðurstøðan í greinini er, at Føroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppuna orsaka av eini javnvág millum stabilitet og broyting. Skjótleiki og smidleiki høvdu ein stóran leiklut í føroysku kreppustýringini.

Hóast Føroyar vóru ófyrireikaðar, vísti seg, at førleikin at bera skjótt at og broyta kós legði upp fyri vantandi politiskari viðgerð og fyrisitingarligari ráðlegging.

Niðurstøðan er, at myndugleikar kunnu stýra við treysti í baldrutum tíðum, um tey finna røttu javnvágina millum skjótleika og politiska viðgerð. Føroyar megnaðu sum heild at seta í verk treystar stýringshættir, sum fáa sum mest burturúr, at samfelagið er lítið.