Móttøkan hjá Eldjarn á Skála hevur fingið umhvørvisgóðkenning til sítt virksemi at taka ímóti jarni og metalli. Virksemið hjá fyritøkuni, við placering nær við skipasmiðjuna, kom í gongd fyri umleið tveimum árum síðani.
Privatfólk og vinnuvirkir kunnu lata inn jarn, stál, kopar og annað metal, sum tey so fáa eina peningaupphædd fyri, eftir vekt.
“Tað er so ymiskt hvat fólk vilja sleppa sær av við, til dømis í sambandi við umbygging ella flyting,” sigur Helgi Stefan Eldjarn, stjóri, við FM1.
“Tekjur, koparrør, ymiskt úr rustfríum stáli… alt møguligt jarn, stál og metal, eisini blýggj. Tað er einfalt at lata inn hjá okkum, og ein hvør kann koma við metalli, og vit sortera og viga og koyra í bingjur, og senda so av landinum til endurvinning. Kundarnir eru bæði einstaklingar og virkir og stovnar.”
Eldjarn er ein av umleið fimm fyritøkum í Føroyum ið fáast við at taka ímóti metalli til endurvinningar.
Eldjarn átekur sær tó ikki upphøgging av bilum og ei heldur bátum.
“Skulu vit inn at taka ímóti bilum ella bátum til upphøgging krevur tað meira pláss og ávís loyvi afturat,” sigur Helgi Stefan Eldjarn.
“Vit hava sum er nógv at gera, millum annað skera vit niður borimaskinur hjá SEV sum vórðu brúktar til vatntunlar. So tilsamans koma vit at taka upp ímóti 1200 tonsum í ár.”
Umframt at taka ímóti metalli á sínari móttøku bjóðar Eldjarn seg til at koyra út til kundar við bingjubil fyri at taka ímóti.
Eisini hevur fyritøkan annað tænastuvirksemi við kranabili og maskinum.
“Umhvørvisstovan hevur givið Sp/F Eldjarn umhvørvisgóðkenning í sambandi við ætlað virksemi at handfara og goyma jarn og metal á matr. nr. 258 á Skála,” boðar Umhvørvisstovan frá. “Loyvi er lati við heimild í §§ 26, 29 og 36, stk. 3 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988, um umhvørvisvernd og §1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 , um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvisverndarlógini til Umhvørvisstovuna, við seinni broytingum. Umhvørvisgóðkenningin er grundað á upplýsingar frá Sp/f Eldjarn um ætlaða virksemið á økinum á Skála, sum liggur í D 21– økið, sum er tilskilað til havnaendamál í byggisamtykt fyri Skála.”
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, í seinasta lagi 23. desember 2024, verður víðari upplýst.
“Kærurætt hava tey sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri,” stendur í tekstinum.