,

Skúladagurin skal styttast

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent uppskot um broytingar í fólkaskúlalógina til hoyringar. Høvuðsendamálið við hesum broytingum er at betra um læruúrtøkuna og trivnaðin hjá næmingunum í føroyska fólkaskúlanum. Broytingarnar skulu tillaga lógina og bøta um samlaðu støðuna í fólkaskúlanum.

Skúladagurin skal styttast

Ein av týðandi broytingunum er, at skúladagurin skal styttast fyri at økja trivnaðin, betra um nýtslu av undirvísingartímunum og hækka fakligu dygdina. Føroysku skúlabørnini hava longstu skúlavikuna samanborið við grannalondini, men kanningar vísa, at læruúrtøkan minkar seinastu tímarnar á degnum. Við at stytta skúladagin skal skúladagurin gerast hóskandi fyri næmingarnar, so teir ikki møðast og varðveita forvitni og áhuga.

Við færri undirvísingartímum verður fíggjarliga sparingin nýtt til at styrkja tvílæraraskipanina og økja tíðina hjá flokslærarum. Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin og tillaga hann eftir tørvinum.

Aðrar broytingar

Uppskotið um nýggjar lógarbroytingarnar tryggjar, at næmingar frá 7. flokki fáa eina formella meting av fakligu støðu síni, sum verður givin í talmetum.

Alis- og evnafrøði verður kravd lærugrein í 7. – 9. skúlaári, og handverk og list verða kravdar lærugreinir í 1.-6. flokki.

Grunddeild verður nú 1.-3. flokkur, miðdeild 4.-6. flokkur og hádeild 7.-9. flokkur. Hetta merkir, at næmingar í 7. flokki sleppa beinleiðis í skúlar við hádeild, har teir fáa eina málrættaða undirvísing og fleiri vallærugreinir. Móttøkuskúlar taka nú ímóti næmingum eftir 6. flokk, sum loyvir teimum at hugsavna seg um grund- og miðdeild.

Inklusjón

Við nýggju lógarbroytingunum verður eisini fyri fyrstu ferð inklusjón nevnt í fólkaskúlalógini. Samlaða endamálið er at skapa betri karmar fyri trivnað og læring við einum styttri, men effektivari skúladegi.

Hoyringarfreistin er ásett at verða 24. januar 2025.


Mynd: Skúlin á Fløtum