Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur tikið stig til, at nýtslan av fartelefonum í fólkaskúlum skal tálmast. Tað skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið á heimasíðu síni.
Hetta er gjørt við at broyta kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini, har álagt verður skúlastýrunum at áseta reglur, sum tálma nýtsluna av fartelefonum í skúlanum. Ein vegleiðing er gjørd, sum skúlastýrini kunnu halda seg til.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið skrivar soleiðis um nýtsluna av fartelefonum:
– Tað er umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskifti í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burtur úr undirvísingarliga og trivnaðarliga.
– Næmingarnir skulu læra at virðismeta eitt gott og virðiligt samskifti, ogna sær samskiftisførleikar og síggja týdningin og leiklutin, ið samskifti hevur bæði fakliga og sosialt. Eisini eigur skúlin at leggja áherðslu á talgildisbúgving, har næmingarnir læra at nýta tøknina og tøkniliga samskiftið skynsamt.