Smyril ella Tjóðleikhús – ella bæði?

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tórbjørn Jacobsen

Nú tykjast hesi bæði høpini at vera komin í trol á bryggjuøkinum fyri eystan við Havnarvág. Havnin rúmar ikki longur øllum gávunum, sum almenni myndugleikin díkir niður yvir høvuðsborgina. Sjónleikur, ferðsla á sjógvi og landi, farmur og fólk vera – sambært fleiri – stúgvað saman í ein rulk í einum øki, sum frammanundan er ov lítið at hýsa øllum um somu tíð.

Nú er tað ikki mín lutur at taka dagar ímillum, hvat ið politikararnir báðumegin við Áarvegin/Niels Finsensgøtu taka sær fyri í gerandisdegnum á teirra bráðpannum, men alment er, at kinkur kom í politiska gongulagið fyri vestan, táið leigusáttmáli skuldi gerast um staðsetingina av tjóðleikhúsi á Bursatanga. Tær politisku avleiðingarnar eru longu almennar. Onkur ideologisk metamorfosa av gigantiskum dimensiónum er ímillum teirra. Serliga hon, táið havnanevndarformaðurin leyp sjóleysur fyri borð og lendi nøkulunda snikkaleysur í einum politiskum bjargingarbáti – Framsókn.

Støðan hjá stjóranum fyri Tórshavnar havn hevur leingi verið greið. Tað nýggja í hesum døgum er, at stjórin fyri Strandfaraskipum landsins nú eisini hevur tikið til orðanna um samferðslustøðuna á Bursatanga, um Tjóðleikhúsið fær ætlaðu staðsetingina. Tað sum rýkur úr orðum teirra er, at ruðuleiki verður í økinum, um politisku ætlanirnar verða framdar í verki. Og tað vera tær sum støðan stendur. Tað skal meiri enn kílakraft til at venda málinum, táið landsmyndugleikin og kommunan – sum er primus inter pares í megi og valdi millum føroyskar kommunur – hava blandað blóð í málinum um nationala teatrið.

Er nakað alternativ? Hetta er vanligi spurningurin millum korridorkóvboyarar, táið eitt mál er komið í stúgva. Í hesum førinum er svarið ja. Tað finnast skilagóð alternativir í grannalagnum hjá Eystaru Bryggju. Nakrar fáar minuttir á havleið og á hjólum liggur tryggasti fjørðurin í landinum – Skálafjørðurin.

Vit hava áður – óteljandi ferðir – víst á, at rúm er fyri Tjóðleikhúsinum í Runavíkar kommunu. Leingi hava vit bert bíða eftir fundarboðum úr Mentamálaráðnum til tess at finna eina hóskiliga plasering – í so máta eru vit opin fyri øllum møguleikum.

Nú suðuroyarsiglingin eisini í stóran mun verður amputerað av teaturætlanum landsins við Eystaruvág, fáa vit eisini hjálpt landsmyndugleikanum og Strandfaraskipum landsins í tí førinum. Grótið úr smoguni undir Tangafirði og úr Sandoyartunlinum er komið til høldar, upplandið er tøkt, og klárt er at fara undir gerð av rampu og bryggju (sum myndin vísir) frá Høgabólsbryggjuni inn á Glyvrar. Í tí førinum er Runavíkar kommuna eisini tøk til samráðing um eina loysn, sum kann gera suðuroyarsiglingina so munagóða sum gjørligt.

Vilja tit, vilja vit. Er alt læst og fyribundið viðvíkjandi Tjóðleikhúsinum á Bursatanga, kunnu vit innan stutta tíð finna eina loysn fyri suðuroyasiglingina, og er tað ynskiligt, at bæði høpini verða foykt av Eystaru Bryggju, eru vit eisini búgvin at tosa um tað.

Fyri okkara viðkomandi, soleiðis sum støðan er vorðin, snýr tað seg um annaðhvørt tjóðleikhús ella Smyril, men vit eru eisini til reiðar at samskifta um at flyta bæði høpini inn á Skálafjørðin.

”Fyri mær er ongin heimur uttanfyri Verona annar enn reinsingareldur, líðing og helviti.” Soleiðis letur William Shakespeare Romeo taka til í harmleikinum Romeo og Juliet. At verða burtursagdur úr Verona, var sum at vera vístur burtur úr heiminum – og at verða rikin úr heiminum var tað sama sum deyðin, – soleiðis skuldi útsøgnin skiljast.

Onnur enn Romeo hava kortini skilt, at tað finst ein heimur uttanvert Verona, og kanska fer landsmyndugleikin í Føroyum eisini at skilja hetta umsíðir, nú hvinini gerast alt magnfylri úr maritima sentrala kíkinum í høvuðsborgini.

Meðan vit bíða……….ikki eftir Godot hjá Samuel Beckett, men eftir at mentamálaráði – og nú eisini samferðslumálaráðið – fara at gjøtla til miðis á alternativum leiðum.