, ,

Snarfrost í holt við at arbeiða uppsjóvar- og botn­fisk

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Snarfrost í Miðvági er komið í gongd at virka bæði uppsjóvarfisk og botnfisk aftan á umbygging og nýgerð til framleiðslu og hagreiðing.

Virkið hevur fingið nýggja og framkomna útgerð til at arbeiða uppsjóvarfisk, samstundis sum meira siðbundin framleiðsla av svartkalva og øðrum botnfiski kann fara fram á egnari deild.

Framleiðslan á virkinum byrjaði aftur í september aftan á steðg í umleið trý ár.

Talan er um íløgur upp á umleið 30 milliónir, serliga í maskinur og tilhoyri men eisini nakað í eina móttøkuhøll, upplýsir Tórhallur Halgaklett, rakstrarleiðari.

Snarfrost klárar sum er at taka ímóti 200 tonsum í senn av sild og makreli at virka yvir umleið 60 tímar. Sambært rakstrarleiðaran verður arbeitt við at tillaga útgerð og mannagongdir soleiðis at virkið so við og við skal klára at taka ímóti 300 tonsum í senn av uppsjóvarfiski at arbeiða yvir somu tíðarlongd.

Virkið fær sild og makrel fyrst og fremst frá Katrin Jóhannu, hóast uppsjóvarskipið av praktiskum orsøkum ikki kann landa í Miðvági. Eigararnir í Snarfrost, fýra systskin úr Sørvági við Tummas Henriksen á odda, eiga eisini helvtina í Katrin Jóhannu.

Hartil eru teir tríggir botnfiskatrolararnir Vesturvarði, Vesturbúgvin og Brestir, sum familjan eigur ávikavist heilt, helvtina og tveir triðingar í.

“Botnfiskatrolararnir kunnu landa her, men dagsins uppsjóvarskip eru alt ov stór til tess,” segði Tórhallur Halgaklett.

“Katrin Jóhanna landar vanliga í Fuglafirði, og har hava vit ta skipan at tey 200 tonsini til okkum verða pumpað í ein tanga sum so kemur við lastbili til móttøkuna her.”

Tilsamans umleið 30 fólk, fyri tað mesta vágafólk og onkrir vestmenningar, arbeiða á Snarfrost tá fiskur er. Beint í løtuni eru bátarnir úti og alt er arbeitt undan.

“Hendan nýggja uppsetingin automatiserar framleiðsluna og gjørdi tað møguligt fyri okkum at fara undir at arbeiða uppsjóvarfisk,” viðmerkti Tórhallur Halgaklett víðari.

“Framleiðslu orkan er væl minni enn tann á teimum trimum stóru frystivirkjunum á Tvøroyri, í Fuglafirði og í Kollafirði; hetta virkið kann meira samanberast við fiskavirkið í Vestmanna, sum eisini arbeiðir bæði uppsjóvarfisk og botnfisk.”

Tær framkomnu linjurnar til uppsjóvarfiskin koma eisini væl við í tí siðbundnu framleiðsluni av svartkalva.

“Tær níggu linjurnar hjá okkum eru fyrst og fremst til at framleiða uppsjóvarfisk, men vit fáa eisini brúkt tær til viging og pakking av svartkalva,” legði Tórhallur Halgaklett afturat.

“Íløgurnar vit hava gjørt yvir hesi trý árini eru fyrst og fremst til maskinur og tað sum hoyrir til. Móttøkuhøllin og móttøkukarið kostaðu nakað og gradarin kostaði nógv; hinvegin var frystianleggið ikki tann dýrasti parturin.”