Søguligt træskip umvælast í Nólsoy

Skrivað

FM1

Dagfesting

Grunnurin fyri Ólavur VN138, sum eigur søguliga træskipið M/S Ólavur, hevur til endamáls at seta træskipið í uppruna stand.

Í nevndini fyri grunnin sita, Sámal Jákup Olsen umboðandi fyri familjuna sum eigur Ólav, Bjørg á Rógvu umboð fyri Vestmanna Kommunu, Hans Jóhann Sørensen umboð fyri Kvívíkar kommunu, Bárður Nielsen og Pauli Zachariassen.

Í apríl mánaða í ár varð fyrrverandi postbáturin M/S Ólavur sleipaður úr Vestmanna til Nólsoyar, har ætlanin er at báturin skal umvælast. Tá báturin kom til Nólsoyar, var einki høli at umvæla bátin í, men nú er ein lítil høll sett upp úti á malarenda, har báturin er komin undir tak og umvælingin kann nú fara í gongd.

Tað er Bátasmíð V/G.S.N, ið stendur fyri umvælingini av træskipinum, ið fer fram úti í Nólsoy. Bátasmiður er Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð.

M/S Ólavur varð upprunaliga postbátur, ið hevði til uppgávu at flyta post, farm og ferðafólk til bygdirnar um Vestmannasund og til Tórshavnar, hetta var millum 1931 og 1965.