Sóknast eftir umsóknum til fiski­vinnu­royndir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið kunnger, at freistin at søkja stuðul til Fiskivinnuroyndir 2025 nærkast. Endamálið við Fiskivinnuroyndum er at fremja royndir og kanningar, ið menna og økja um framleiðsluna í føroyskari fiskivinnu. Fiskivinnuroyndir er skipaðar í tvær stuðulsskipanir: Flaggskipaverkætlanir og smærri verkætlanir.

Flaggskipaverkætlanir hava ein heildarjáttan á 3,3 milliónir krónur. Støddin á stuðulinum er upp til eina millión krónur árliga í trý ár. Verkætlanirnar skulu fremjast í samstarvi við føroyskar vinnufyritøkur og granskingarstovnar. Umsóknarfreistin er 28. apríl 2025.

Smærri verkætlanir hava eina játtan upp á eina millión krónur, við møguleika at søkja um stuðul upp til 500.000 krónur árliga í trý ár. Her kunnu vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar søkja. Freistin er 27. januar 2025.