Soleiðis vendir Snorri marknaðartreytum til strategiskar fyrimunir

Skrivað

Tonik

Dagfesting

Ein av fyrilestrahaldarunum á TONIK 2025 er Snorri Danielsen, programleiðari fyri talgilding í Føroya Banka. Snorri hevur ábyrgd av talgildu menningini hjá bankanum, og hevur ment og verksett talgildu strategiina hjá Føroya Banka, sum hevur sum aðalmál at gera tað lættari at verða kundi í Føroya Banka – og at vera ein virkin viðleikari í talgildu menningini í føroyska samfelagnum. Sum dømi kunnu nevnast at bankin hevur gjørt tað ókeypis at hava netbanka, talgilda kundastovnan, stovnan av samansparingum og hevur eisini ment fyrsta talgilda hjálparfólkið – chatbottin Vitu – ið dugir at skilja og samskifta á føroyskum.

Snorri hevur altjóða royndir innan menning og nýskapan í bæði størri fyritøkum so sum Lloyds Banking Group í Stóra Bretlandi og í minni fyritøkum, og hevur tískil eitt gott innlit í, hvussu bæði stødd, vinnumentan og mentanarligur samanhangur kunnu ávirka nýskapan. Hann hevur arbeitt í Føroyum, Íslandi, Danmark og Stóra Bretlandi.

Snorri brennur fyri at gagnnýta teir serligu møguleikarnar, sum smærri marknaðir og fyritøkur kunnu bjóða – til dømis at skapa sterkari samband við veruligt kundavirði og at fáa áhugapartar skjótari at draga somu línu. Hann arbeiðir við nýskapan eftir einum greiðum endamáli: at loysa veruligar trupulleikar hjá kundum og samstarvsfelagum.

Framløgan hjá Snorra verður á enskum og heitið er: “Innovating Within Boundaries: Turning Market Constraints into Strategic Advantages”.

Les meira og tryggja tær pláss á www.tonik.fo – vinnustevnan hevur verið útseld hvørt ár.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk – sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

TONIK er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.