, ,

Sólorka kann gera ó­vænt­að­an mun í Før­oy­um

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Alt bendir á at tey nýggju sólpanelini sum fáast ídag kunnu geva eitt munandi íkast til at nøkta orkutørvin í Føroyum undir teimum mánaðum vit hava hampiligt av dagsljósi.

HVS fyritøkan Hiti í Havn er ein teimum fáu í Føroyum sum í løtuni ger nakað burtur úr sólorku. Fyritøkan hevur í longri tíð selt millum annað luft-til-vatn hitapumpur umframt útgerð og innbúgv til baðirúm og ventilatión, men er nýliga eisini farin undir at selja, seta upp og veita tænastu til sólpanel. Fyritøkan skal vísa upp sólpanel á stevnuni Varandi Heimur í høllini á Giljanesi fríggjadagin og leygardagin.

“Vit hava í øgiliga nógv ár selt hitapumpur, sum ger tað møguligt at man leggur um frá olju til varandi orku og elektrificerar húsini,” sigur stjórin í Hita, Áki Mortesen, við FM1.

“So tá man hevur fingið húsini elektrificeraði og alt fleiri bilar blíva eisini til elbilar ídag, so er tað nærliggjandi at man eisini kanska hugsar um hvussu man kann fáa fría orku frá eitt nú ljósi.”

Nógv hevur verið tosað um sólorku í mong ár, men umstøðurnar hava talað ímóti at gera nakað stórvegis við tað í Føroyum. Tó er tøknifrøðin ment nógv í seinastuni á hesum øki, umframt at tað er vorðið møguligt at selja yvirskotsorku inn á netið hjá SEV.

“Tað er hent øgiliga stór teknologisk broyting,” viðmerkti Áki Mortensen. “Ídag man kann bæði sleppa inn á netið hjá SEV og fyri tað fyrsta brúka til tín sjálvs og so selja. Men eisini tað at panelini sjálvi eru blivin betri, og tú kanst fáa battarískipanir nú, so tú kanst goyma orkuna hjá tær – ístaðin fyri at kanska fyrst og fremst selja hana so goyma hana til ljósið er. Nú nevndi tú sól men tað er ikki bara sól. Í Føroyum hava vit øgiliga nógv diffust ljós sum vit siga – vit hava ljós í fleiri mánaðir, also frá mai-jun-juli og út í august, har tað næstan er ljóst alt døgnið.”

“Tað sum er nokkso spennandi í tí førinum – man kann fáa heilt upp til eitt 11 kilowatt anlegg, har tú kanst selja tað sum tú ikki brúkar. Og tá ert tú í ræðuliga nógvum húsum sjálvforsýnandi meir enn helvtina av árinum.”

Eitt vanligt húsarhald brúkar umleið fýra kilowatt í streymi, ikki íroknað hitapumpu, sum vanliga brúkar seks-sjey kilowatt um árið. Har er tað orkubúskaparliga umráðandi at sólorkan verður gangnýtt í munagóðari samvirkan við hitapumpu.

“Tá tú fært fría orku frá sólini, jamen so vil hitapumpan tendra og sjálv koyra longur upp,” legði stjórin afturat. “Tað vil siga, lagra heittvatns tangan eitt nú til brúsu og bað longur upp í temperaturi. Tað vil siga, tá tú kemur heim og nú fer ljósið at forsvinna og tað blívur kvøld, jamen so hevur tú tangan heitan. Og tað at bara leggja um, also annað í húsinum, tað vil siga uppvaskimaskinu, vaskimaskinu – og lata tað so koyra um dagin tá ljósið er.”