Sólorka til Svimjihøllina í Gundadali

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í samsvarI við Grønu leiðina og samgonguskjalið hjá verandi samgongu í Tórshavnar kommunu, har eitt av málunum er at minka um CO2 útlát frá kommunalu bygningum, ynskir umsitingin heimild at gera útbjóðingartilfar og at bjóða út sólorkuskipan til Svimjihøllina í Gundadali.

Tórshavnar kommuna er í einari støðugari tilgongd at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur.

Sambært umhvørvispolitikkinum hjá kommununi er tað týdningarmikið, at ymisk orkusparandi átøk verða gjørd, tá ið bygningar hjá kommununi verða umvældir, og tá ið nýtt verður bygt.

Eisini er hetta eisini ein liður hjá Tórshavnar kommunu at fylgja við allari tøkniligari framgongd og vera við í áhaldandi menningini innan aðrar orkukeldur.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í Tórshavnar kommunu í dag sum sjeynda mál á skránni.