Sosialir miðlar skulu taka størri ábyrgd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bjarni K. Petersen, løgmálráðharri, og norðurlendsku starvsfelagarnir úr Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi hittust í dag við umboðum frá Meta, Google, Snapchat og TikTok fyri at umrøða avbjóðingarnar við misbrúki av tøkniligum tænastum til skipaðar brotsgerðir, millum annað at fáa børn og ung út í brotsverk. Tað skrivar Løgmálaráðið.

Ráðharrarnir løgdu dent á, at sosialir miðlar og bronglaðar boðtænastur skulu taka størri ábyrgd fyri at skapa eitt trygt netumhvørvi. Meta, Google, Snapchat og TikTok løgdu fram ætlanir fyri at tryggja hetta.

Løgmálaráðharrarnir vænta, at nevndu fyritøkur fara at arbeiða fyri at fyribyrgja misbrúk við at tillaga innihald og samstarva við løgfrøðisligu myndugleikarnar.

Ráðharrarnir vístu eisini, at teimum dámdi lítið, at Telegram og Signal ikki vóru við á fundinum, og tað vísir á trupulleikar við samstarvi frá summum tænastum. Ráðharrarnir hugsa um, hvørji stig skulu takast móti tænastum sum ikki samstarva..