Spildurnýtt Bezzerwizzer á føroyskum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í oktobur 2022 kom Bezzerwizzer út fyri fyrstu ferð á føroyskum við 2.400 spurningum um føroysk og útlendskt viðurskifti. Hetta hevur verið eitt heilt ómetaliga væl umtøkt spurnaspæl, so arbeitt hevur verið uppá, at geva út eina nýggja útgávu síðani summarið 2023. Hetta er nú vorðið til veruleika.

Næstan 3.000 nýggir spurningar

Ein spildurnýggja útgáva er á vippuni og kann longu bíleggjast á hugnalotur.fo nú. Í nýggju útgávuni eru 2.940 spildurnýggir spurningar um føroysk og útlendsk viðurskifti. Í 2024 útgávuni eru smærri broytingar í evnunum, tí nú kanst tú m.a. fáa spurningar um “Kend fólk” og “Sjónvarpsrøðir”.

Grøn útgáva

Hetta er eisini ein grønari útgáva, tí her er einki plast í. Eskjan, spæliplátan, eskjan við spurningum, spurnabløðini og ymiskt annað er úr endurnýtslupappíri, posin við spælikubbum er úr bummull, kubbarnir eru úr træ og teir eru málaðir við vatnbaseraðari máling.

Sølustøð v.m.

Nýggja spælið kann bíleggjast longu nú á hugnalotur.fo, eisini koma tey út í handlar kring alt landið hesa vikuna og í komandi viku. Sølustøðini eru hesi:

Rit & Rák

Gamli Bókahandil

Bókabúðin

Alfa Bókahandil

Hjá Rólant

Fa. Magnus Jensen

Tangabúðin

Á handlar og Samkeyp handlar kring landið