Løgtingsmaður Steffan Klein Poulsen hevur sett landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, ein skrivligan fyrispurning um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar.
Steffan Klein Poulsen spyr soleiðis:
- Veit landsstýrismaðurin, um MobilePay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar?
- Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at MobilePay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar?
- Eru aðrar forðingar fyri, at ein slík loysn kemur til Føroyar?
- Kunnu føroyskir útisetar brúka MobilePay við føroyskari bankakontu í dag?
Steffan Klein Poulsen nevnir, at MobilePay er vorðið ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá dønum, sum gera dagligar flytingar og keyp munandi lættari. Hann minnir á nøkur føroyskt dømi, har slík ein loysn hevði verið hent: tá spælarar skulu gjalda fyri innanduratímar, keyp frá sølubásum á marknaðardegi, og vinabólkar skulu rinda fyri mat á matstovuni.
Við hesum fyrispurningi vil Steffan Klein Poulsen fáa greiðu á, hvørjar forðingar, bæði løgligar og aðrar, standa í vegnum fyri eini MobilePay-loysn í Føroyum. Hann vil eisini vita, um føroyskir útisetar framvegis kunnu brúka MobilePay við føroyskari bankakontu.