Á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum ávarar Bergur Samuelsen, nevnarlimur í Føroya Lærarafelag um, at nýggju strongu krøvini til svimjilærarar.
Nýggj og strangari krøv eru sett til svimjilærarar, sum nú eisini skulu hava lívbjargaraprógv, ið skal endurnýggjast á hvørjum ári. Hettar fer at kosta skúlum fitt av peningi og kann merkja, at talið av svimjilærarum fer at minka enn meira, ávarar Bergur Samuelsen.
Hann greiðir frá, at meðan svimjihøllin í Havn hevur einastandandi umstøður, er veruleikin ein heilt annar innan skúlans gátt. Kanningar hava víst, at 78% av børnum í 5. flokki í Suðurstreymi ikki megnaðu at svimja 200 metrar uttan steðg.
– Onkursvegna minkar talið av svimjilærarum í fleiri skúlum, og um nýggir lærarar spyrja um at fáa svimjilæraraprógv, so ber ikki til, sum nú er, skrivar Bergur Samuelsen.
– Hendan broyting fer at merkja, at væl meira tíð og orka fer til lívbjarging, og minni tíð verður til svimjiundirvísing. Hetta kann í ringasta føri elva til, at skúlar fara at siga svimjiundirvísing frá sær, ávarar Bergur Samuelsen.
Nevndarlimurin leggur dent á, at betri umstøður og tryggari arbeiðsumhvørvi eru neyðug fyri at svimjilærarar skulu hava hug og áræði at halda fram at undirvísa í svimjing. Hann heitir eisini á myndugleikarnar um at avtaka kravið um árliga lívbjargararoynd.